Hetta er nýggjasti mátin at spæla dart uppá, við hesum sjálvteljandi Target Omni autoscore systemi, sum vil revolutionera dartupplivingina.
Hetta er eitt fultautomatiskt scorusystem, sum skrásetur nøjagtigt hvar pílarnir lenda á skivuni og roknar sjálvt alt sum skal roknast. Kvaliteturin á kameranum tryggjar "næstan" feilfríðar skrásetingar.
Fyri at brúka Target Omni autoscore systemi má man brúka appina "DartCounter", sum fæst á bæði Android og Apple produktum. Á "DartCounter" appini kunnu spælast nógv spøl, sum t.d. 501, 301, 170, klokkan, Bob´s 27, Cricket, triple- double og single venjingar o.a.. Teir 3 fyrstu mánaðirnir eru ókeypis, men aftaná tað kostar "DartCounter" appin EUR 3,99 pr. mán ella EUR 29,99 pr. ár (uml. 220 kr. árliga).
Við í keypinum er ljósringurin við 4 x innbygdum kamera´um . Dartskivan og evt. verjuringur rundanum dartskivuna eru ikki við í keypinum. Flestu dartskivur kunnu brúkast herundir allar Winmau dartskivurnar sum vit selja.
Ring á tlf. 910500 fyri at hoyra meira um hesa vøruna.
top of page
4.699,00krPris
bottom of page